Um okkum

Skápskaffi og serkaffi

Felagið Falkvard varð stovnað í 2019 við málinum, at broyta hugsanarháttin hjá fólki um kaffi. Vit halda, at kaffi er eins og vín. Um kaffiplantan er væl røkt og tilgongdin gjørd røtt av serkønum kaffibóndum, so er smakkurin fleiri ferðir betri. Vit ynskja at føroyingar koma at skilja tað, tí øll hava uppiborið veruliga gott kaffi.

Vit ynska at broyta hvussu fólk síggja uppá kaffi

Smidligir á kaffihaldum.
Fastir á góðskuni

Vit skera ikki burtur, tá tað kemur til kaffi. Vit keypa ikki fyri lítið og lætt. Vit offra ikki góðskuna fyri vinningin. Vit heilt avgjørt útnytta ikki dugnaligar kaffibóndar, sum vit arbeiða við. Hvør koppur tú drekkur er 100% serkaffi (specialty coffe), og er góðskukannað fleiri ferðir og nýbrent til tína bílegging. Tí smakkurin av hesum kaffinum er vert alt stríðið.

Vit skera ikki burtur, tá tað kemur til kaffi

Eitt kaffihald til tín

Vit ynskja at Falkvard kaffi skal rigga til øll. Morgun koppar, vikuskift brunch, koffeinbundin fólk og fyrifallandi kaffikoppar. Tí kann tú broyta kaffihaldið hjá tær, nær sum helst, til tín tørv.

Samløg gjørd til at vara

Vit gjalda okkara kaffibóndum premium prísir – fleiri ferðir teirra framleiðslukostnað og Fair Trade minimum prísir – og afturløningin er, at vit fáa fyrstafloks kaffi. Vit fáa tað besta kaffi og kaffibóndirnir fáa eina betri avtalu. Hetta halda vit stuðlar undir eitt varandi virkis modell, ið gagnar bæði kaffibóndan, kaffibrúkaran og øll í millum.

Vit fáa tað besta kaffi og kaffibóndirnir fáa eina betri avtalu.


Kaffibrenning

Hvussu hongur tað saman?
    Vit brenna kaffi
    Vit brenna kaffi
    Vit pakka tað
    Vit pakka tað
    Vit koyra tað út
    Vit koyra tað út
    Tú sleppur at bryggja tað
    Tú sleppur at bryggja tað

Okkara fyrimunir

Vit senda altíð nýbrent kaffi út til tín

Tá tú bílegggur, so fært tú altíð kaffi, ið er brent innanfyri 7 dagar frá pakking.

Kaffi, ið vit keypa inn, er av hægri góðsku

Altíð yvir 80 stig í SCA skalanum og verður avprøva fleiri ferðir, áðrenn eg fái kaffið.

Tú veist júst hvar pengarnir fara til

Tú kann lesa um bóndagarðin, hvør eigarnir eru, hvussu tað er framleitt o.a.

Kaffibóndin fær ein størri part av køkuni

Vit keypa kaffi inn fyri hægri prís enn Fair Trade
X