Description
Eyka upplýsingar:
Hendan sjáldsama sendingin varð framleitt av ymiskum kaffebóndum, ið búgva og røkja kaffigarðar í høgum fjøllum kring býin Barranca við San Marcos Department økinum í Guatemala. Býurin, ið liggur umleið 40 kilometrar frá høvuðsstaðum San Marcos, er heimið til áleið 100 familjur, har húsarhaldini eru stroya yvir grøna lendið. Fleiri húsarhald hava bert samband við býin gjøgnum gongugøturnar í skógunum.
Húsarhaldspeningurin er treytaður fullkomiliga á kaffigarðin til teirra uppihald í økinum. Vanliga er tað alt arvafesti, so arbeiðskraftin, at røkja og heysta hesar smáar garðar, er vanliga bert familjan. Tá kaffiblaðrustur fyrsti ferð rakti hetta økið í 2012, vóru familjurnar ófyrireikaðar og tað tók hart á seg. Kaffiblaðrustur er ein soppur, ið oyðileggur kaffiplantuna. Fleiri garðar vóru næstan niðurlagdir og lívsgrundarlagið hjá mongum oyðilagt.
Kortini, takk verið góðar landbúnaðar mannagongdir, ein økt nýtslu av organiskum gitingum og, í fleiri førum, heimagjørdum soppatýnarum, fekk kaffi framleiðsluna kring Las Barrancas upp at koyra aftur. Familjurnar hava framyvir tikið við harðar stývaraskráir og ráðleggingar til at drepa kaffiblaðrust og við skerdari nýtslu av evnavørum. Prógvið liggur í koppinum. Tað er týðiligt á góðskuni frá kaffinum, at teirra ídni hevur kastað væl av sær.
Øll kaffi tilgongdin er gjørd á einum vandaligan hátt, ið ger hetta kaffi eitt eindømi. Hvør familja hevur teirra egna lítla vatnmyllu, ið er brúkt til, at upploysa og morla búnar kaffibønir á sama degnum, tá tær verða heintaðar. Aftaná tær eru morlaðar, verður kaffi fermenterað í tangar ella tunnum, alt eftir hvør familja ger tað, í 24 tímar. Síðan verður tað vaskað og reinsað fyri slími. Alt burturkast (vatn og kaffifruktin) frá hesari tilgongdini verður endurnýtt til mold og organiskt giting.
Øll turking verður gjørt á sólgarðinum hjá familjuni og kaffi verður spjatt í sera tunn løg. Kaffi verður vent reguliga fyri at tryggja, at alt verður javnt turkað.
Julian Djurhuus (verified owner) –
Gott kaffi. Kann viðmælast.