Kaffi úr Brazil – Fazenda Capim Branco – Natural

(2 customer reviews)

kr.77,95 v/mvg

223gr (áleið 14 koppar ella 5,57kr pr kopp)

Tveir kaffipakkar fyri sama frakt prís sum ein kaffipakki

Leskiligt serkaffi úr Brazil. Hetta kaffi hevur ein hóman av malt, bakisjokulátu, nødir og ber við einum fyldigum og langum eftirsmakki.
Hetta kaffi verður brent spakula og liggur í einari myrkari brenning.
Altíð brent innan 7 dagar og útflýggja til tín innan 2 dagar frá bílegging.

Garður: Fazenda Capim Branco
Kaffiplanta: 100% Yellow Catuaí
Tilgongd: Natural
Hædd: 1.100m omanfyri sjóvarmálan
Eigarir: Ismael & Eduardo Andrade
Bygd: Carmo do Paranaiba
Økið: Cerrado Mineiro
Land: Brazil
Stødd á garðinum: 232 hektarar
Økið við kaffi: 180 hektarar

Vel Fjølbroyttahaldið og fá 8kr av hvønn pakkaTrýst her!

Vel júst hvussu tú vil mala kaffið * 

Category: Tags: ,

Description

Bóndagarðurin Fazenda Capim Branco hevur verið í Andrade familjuni síðani 1901. Tað liggur í høga og grøna økinum Cerrado Mineiro norðanfyri statinum Minas Gerais, beint við markið til statin Bahia State.

Cerrado Mineiro økið liggur millum 1.100 og 1.250 metrar yvir sjóvarmálanum, har kaffiplantan heldur best til. Viðurskiftini til kaffi dyrkan á hesum økinum eru sera góð, tí tað er ein perfektur javni millum tær vátu og turru árstíðirnar. Harafturat er jørðin av eldgosi í Fazenda Capim Branco og nógv av bóndagarðinum er dyrkað við kaffiplantu slagið Yellow Catuaí (leinkja), ið trívist væl í hesum umhvørvinum.

Nærlagdt búfrøði, sum tí framt av familjuni Andrade, gevur einshátta blómu sprettan og búning, ið skapar frálíkar umstøður til at dyrka kaffi og brúka náttúrligar mannagongdir.

Í hesum føri verða búnaðar kaffi bønir turkaðar á einari terrassu uttan at hava tikið skalið frá bønini. Hetta skapar ein søtan og fruktkendan kaffi smakk. Fyrst tá bønirnar hava rokkið tann ynskiliga vætustigin, verða tær turt maldar fyri at beina burtur skalið. Síðan verða tær sundurskiltar og snarkannaðar til víðarisølu uttanlands

Fazenda Capim Branco var fyrsti bóndagarðurin hjá familjuni Andrade. Tó, hava tey síðani 1970’ini verið sera virkin í at leggja grund undir nýggjar bóndagarðar fyri at vaksa um teirra dyrkan av kaffi og alt gongur saman við teirra missión at dyrka fyrstafloks kaffi. Familjan ognaði sær São Silvestre bóndagarðin í Serra do Salitre (Eisini í Minas Gerais) undir hesum tíðarskeiðinum at víðka um virksemið. Eins og hin garðurin, liggur São Silvestre sera væl í hædd við umleið 1,250 metrar yvir sjóvarmálanum og gott veðurlag til kaffidyrkan. Hesin garðurin dyrkar eisini fyrstaflokskaffi.

Samansetingin av náttúrligum umstøðum frá økinum, nærløgd gróður stýring, framskygd dyrkanar ætlan og góð útveljing, tá heysta verður, er tað, ið allir garðarnir hjá familjuni Andrade duga væl. Tey dyrka fyrstafloks kaffi og hava vunni heiðursløn fyri sítt arbeiði og eru virðismett høgt í Brazil og í altjóðahøpi, sum eitt av tað besta kaffi landið hevur at bjóða.

Additional information

Weight 238 g
Dimensions 275 × 165 × 30 cm

2 reviews for Kaffi úr Brazil – Fazenda Capim Branco – Natural

  1. HS (verified owner)

    Sera gott kaffi, heilt sikkurt tað besta man hevur roynt. Kann heilt klárt viðmælast. Sera góð tænasta.

  2. Kári Davidsen (verified owner)

    Sera gott kaffi – og ikki minst: góð tænasta?

Add a review

Your email address will not be published. Required fields are marked *




Partar av vøruúrvalinum

X