Sage the Barista Pro™

DKK7.999,00 v/mvg

Espresso kaffi við stýli. Bryggja øll møgulig sløg sum espresso, Café Latte, Cappuccino, Americano o.s.fr, og við eitt sindur av venjing, kann tú koma á sama støði, sum ein barista við hesi maskini. Uppá trý sekund er vatnið komið á rætta hitastig, og klárt er at bryggja eitt espresso skot.

Vøru upplýsingar:
  • Mát: 35.4cm breidd x 41cm dýpd x 40.6 cm hædd
  • Intuitive LCD interface (LED display soleiðis, at tú kann lættari fylgja við og gera broytingar)
  • ThermoJet heating system (Tekur 3 sekund at upphita vatnið)
  • Kølur hitastigini niður til espressoskot, aftaná at skúma mjólkina, so tú kann gera bryggja beinanvegin.
  • 54mm portafilter/espressohondtak (19g) og ein tamper/trampari
  • Razor™ amboð til at fáa røttu nøgdina av kaffi
  • Rustfrí kanna til at skúma mjólkina
  • 4 ymisk sløg av filturkurv og ymiskt onnur útgerð
  • Cleaning kit
  • 1,9l vatn
  • 250gr rúmd til kaffibønir
  • 2 ár garanti
  • Ókeypis frakt

Only 2 left in stock

Description

Sage the Barista Pro™ Pro Espresso maskin

Hetta er okkara val til at gera espresso.

Hetta er einasta espresso maskinin vit hava í handilinum og tað er ein góð grund til tað. Sage Barista Pro™ er stílrein og einføld at bryggja espresso við. Ein sera góð maskina til at bryggja til fleiri við skjótu kølingina, aftaná at skúma mjólkina. Hendan espresso maskinan er sera stílfullur við rustfríum bygnaði og riggar til allar køkar. Hendan maskinan hevur nógvar ymiskar smartar eginleikar.

Vøru upplýsingar

Sage Barista Pro™ espressomaskinan sær ikki bara gott út, hon hevur hópin av funktiónum. Hon hevur tað ið verður kallað “Pre Infusion”, har hon lovar eitt sindur av vatni í kaffið, áðrenn pumpan fer ígongd. Maskinan kølur sjálvvirkandi hitasigini niður, so tú kann bryggja eitt espresso skot beinanvegin, aftaná tú hevur skúma mjólkina. Hetta ger hon við at opna ein ventil, sum lovar dampin út og so kemur eisini kalt vatn til tað rakar rætta hitastigið til espresso skot. Hon hevur ein thermocoil, ið siktar eftir rætta hitastigið, at bryggja espresso við – eisini nevnt PID Espresso (Proportional-Integral-Derivative – Torfør orð, men sera smart!). Maskinan sløkkist eisini sjálvvirkandi og tú sleppur somuleiðis sjálvur, at bestemma akkurát hvussu tú vil bryggja kaffi og skúma mjólkina – øll útgerðin, at gera hetta, fylgir eisini við í keypinum.

Additional information

Weight 6900 g

Reviews

There are no reviews yet.

Be the first to review “Sage the Barista Pro™”

Your email address will not be published. Required fields are marked *




Partar av vøruúrvalinum

X