Kaffi úr Guatemala – La Barranca, San Marcos – Vaskað og turkað á sólgarðum

(1 customer review)

DKK77,95 v/mvg

223gr (áleið 14 koppar ella 5,57kr pr kopp)

Tveir kaffipakkar fyri sama frakt prís sum ein kaffipakki

Leskiligt serkaffi úr Guatemala. Hetta kaffi hevur ein hóman av súrepli, heslinøt og sjokuláta við einum miðal lættum smakki.
Hetta kaffi verður brent spakula og er brent ljóst.
Altíð brent innan 7 dagar og útflýggja til tín innan 2 dagar frá bílegging.

Garður: Fleiri smáir bóndir tætt við býin Las Barrancas
Kaffiplanta: Bourbon, Caturra & Catuaí
Tilgongd: Vaskað og turkað á sólgarðum
Hædd: +1.500m omanfyri sjóvarmálan
Eigarir: Fleiri smáir kaffibóndir
Bygd: La Barranca, Las Majadas og San Rafael Guatibil
Økið: San Cristóbal Cucho, San Marcos
Land: Guatemala
Stødd: Fleiri garðar
Stødd á gørðunum: Allir undir 2 hektar

Vel Fjølbroyttahaldið og fá 8kr av hvønn pakkaTrýst her!

Vel júst hvussu tú vil mala kaffið * 

Category: Tags: ,

Description

Eyka upplýsingar:

Hendan sjáldsama sendingin varð framleitt av ymiskum kaffebóndum, ið búgva og røkja kaffigarðar í høgum fjøllum kring býin Barranca við San Marcos Department økinum í Guatemala. Býurin, ið liggur umleið 40 kilometrar frá høvuðsstaðum San Marcos, er heimið til áleið 100 familjur, har húsarhaldini eru stroya yvir grøna lendið. Fleiri húsarhald hava bert samband við býin gjøgnum gongugøturnar í skógunum.
Húsarhaldspeningurin er treytaður fullkomiliga á kaffigarðin til teirra uppihald í økinum. Vanliga er tað alt arvafesti, so arbeiðskraftin, at røkja og heysta hesar smáar garðar, er vanliga bert familjan. Tá kaffiblaðrustur fyrsti ferð rakti hetta økið í 2012, vóru familjurnar ófyrireikaðar og tað tók hart á seg. Kaffiblaðrustur er ein soppur, ið oyðileggur kaffiplantuna. Fleiri garðar vóru næstan niðurlagdir og lívsgrundarlagið hjá mongum oyðilagt.
Kortini, takk verið góðar landbúnaðar mannagongdir, ein økt nýtslu av organiskum gitingum og, í fleiri førum, heimagjørdum soppatýnarum, fekk kaffi framleiðsluna kring Las Barrancas upp at koyra aftur. Familjurnar hava framyvir tikið við harðar stývaraskráir og ráðleggingar til at drepa kaffiblaðrust og við skerdari nýtslu av evnavørum. Prógvið liggur í koppinum. Tað er týðiligt á góðskuni frá kaffinum, at teirra ídni hevur kastað væl av sær.
Øll kaffi tilgongdin er gjørd á einum vandaligan hátt, ið ger hetta kaffi eitt eindømi. Hvør familja hevur teirra egna lítla vatnmyllu, ið er brúkt til, at upploysa og morla búnar kaffibønir á sama degnum, tá tær verða heintaðar. Aftaná tær eru morlaðar, verður kaffi fermenterað í tangar ella tunnum, alt eftir hvør familja ger tað, í 24 tímar. Síðan verður tað vaskað og reinsað fyri slími. Alt burturkast (vatn og kaffifruktin) frá hesari tilgongdini verður endurnýtt til mold og organiskt giting.
Øll turking verður gjørt á sólgarðinum hjá familjuni og kaffi verður spjatt í sera tunn løg. Kaffi verður vent reguliga fyri at tryggja, at alt verður javnt turkað.

Additional information

Weight 238 g
Dimensions 275 × 165 × 30 cm

1 review for Kaffi úr Guatemala – La Barranca, San Marcos – Vaskað og turkað á sólgarðum

  1. Julian Djurhuus (verified owner)

    Gott kaffi. Kann viðmælast.

Add a review

Your email address will not be published. Required fields are marked *




Partar av vøruúrvalinum

X