Kaffi úr DR Kongo – Societe Maitea Minova South Kivu – Vaskað og turkað á afrikonskum bergfløtum

DKK85,00 v/mvg

223gr (áleið 14 koppar ella 6,07kr pr kopp)

Tveir kaffipakkar fyri sama frakt prís sum ein kaffipakki

Leskiligt serkaffi úr Congo. Hetta kaffi hevur ein hóman av blóðappilsin og myrkum siroppi við einum tjúkkum smakki.
Hetta kaffi verður brent spakula og liggur í einum miðal brenning – millum ljóst og myrkt kaffi.
Altíð brent innan 7 dagar og útflýggja til tín innan 2 dagar frá bílegging.

Garður: Maitea
Kaffiplanta: Blue Mountain(60%), Kivu Bourbon(40%)
Tilgongd: Vaskað og turkað á afrikonskum bergfløtum
Hædd: 1.700m – 1.900m omanfyri sjóvarmálan
Eigarir: Eba og Wally Mahindu
Bygd: Bukavu
Økið: Kivu
Land: Democratic Republic of Congo
Stødd: 114 garðar
Stødd á gørðunum: Allir eru undir 1 hektar

Vel Fjølbroyttahaldið og fá 15kr av hvønn pakkaTrýst her!

Vel júst hvussu tú vil mala kaffið * 

Category: Tags: ,

Description

Eyka upplýsingar

Minova er ein býur, ið varð plágaður av teirra myrku søgu um kríggj og kynsliganharðskap. Kaffi framleiðslan hevur skapt eina nýggja gøtu til búskaparliga framgongd og samfelagsliga støðugleika. Eba og Wally, stovnarir av Société Maitea, vóna at gera eina mun í økinum og somuleiðis, vísa á góðskuna á DR Kongo kaffi (serstakliga Kivu landspartin) til útiheimin.
Í norðrara partin av Kongo í landspartinum Suður Kivu, tætt við Rwanda markið, liggur býurin Minova í víkini Kabuno Bay, sum er á einum høgum óatkomandi staði við vatnið Kivu. Síðani 1994 hevur býurin voksið munandi í stødd, fyrst og fremst av eina floyman av flóttafólkum frá bæði fyrsta og næsta Kongo kríggi, og eisini eftirfylgjandi hernaðaratgerðir í økinum. Hetta hevur elvt til svøltan og manglandi tryggleika í økinum. Tíverri er býurin Minova ofta sett í samband við ræðuligar hendingar í forrtíðuni. Í 2012 komu fleiri kongolesir hermenn til býin frá einum miseydnaðum bardaga við M23 uppreistrarfólk. Hesir hermenn framdu ræðuligan kynsliganharðskap í hópatali. Úrslitið av hesum var, at býurin varð kendur sum ‘Minova Trial’ í 2014, sum størsta neyðtøku rættarmálið í søguni hjá Kongo. Minova rætturin sýndi, at fáa tey seku í hesum ræðuleika dømd. Kortini, orsaka av óreiðiligt svik í rættarmálinum, vórðu bert fáir lægri heryvirmenn dømdir sekir. Hetta neistaði eina altjóða firtni, og sum seinni elvdi til eina ráðstevnu móti neyðtøku í krígsførslum, sum varð hildið í London. Nú, nøkur ár seinni, royna tey í økinum Minova og Suður Kivu, at koma víðari frá ræðuleikan í fortíðini. Síðani 2014, smátt um smátt, er búskapurin í økinum spakuliga byrjaður at veksa, takka verið hjálp frá altjóða viðspælarar, ið komu at keypa kaffi. Tíanverri var byrjanarkeypið av kaffi í einum sera lágum prísi, og hetta gjørdi tað trupult, at fáa alt at mala. Hungursneyð, heilsa og skúlar hildu fram at vera óviðgjørdir. Í 2018 komu eigarnir av Société Maitea, Eba Murua (Lívfrøðingur og primatolog) og Wally Mahindu (Eldugaður og fjølkønur kaffi serfrøðingur), ið arbeiddu ótroyttandi, at loysa Kivu frá teirra illa gittu fortíð og somuleiðis, bøta um og menna samfelagsviðurskifti í økinum. Við hjálp frá teirra ídna og arbeiðsama toymi, hava tey megnað í 2019, at framleitt teirra fyrsta fult vaskað Arabica frá teirra vaskistøð í Minova.
Landsparturin í Suður Kivu hevur tann fyrimun, at moldin er sera gróðrarmikil. Hetta ger økið eitt ríkt stað, at røkja kaffigarðar, við kompost sum gitingur fyrst og fremst. Tá kolonisatiónin endaði í DR Kongo í 1960 vórðu jarðarteigar útbýttir aftur til hvønn einstaka bónda. Hetta merkti, at hvør einstakur bóndi, í miðal, eigur minni enn ein hektar, sum merkir eisini, at árliga kaffiframleiðslan liggur um 750kg (12 sekkir) per garð. Fyri at fáa so nógv burturúr sum møguligt, so dyrka hesir bóndir eisini aðrar ískoyist vørur, sum bønir, korn og bananir, ið gevur teimum eina støðuga inntøku árið runt.
Sjálvt um streymurin byrjar at reka við Minova, so hava kaffi bóndir í økinum avbjóðingar sum, atgongd til jørð, trygd, og serstakliga veðurlagbroytingar í umráðnum. Av tí, at økið er tætt við ekvator, so hava tey tann ágóðan, at tey heysta tvær ferðir um árið. Fyrst og fremst er tað ávøksturin um vetrarmánaðarnar og eisini ein lítil ávøkstur um summarið. Av tí at tað eru sjáldsamar broytingar í veðrinum hava Eba og Wally boða frá, at tað er sera ringt at spáa um og leggja ætlanir fyri framman. Hetta hevur gjørt tað, at kaffiframleiðslan í økinum er farin niður.
Hendan trupulleikan hava world coffee organisation (WCR) og National Institute of Agricultural Studies and Research (INERA) roynt at bart ímóti við, at menna eina nýggja kaffiplantu, ið skal økja um framleiðsluna og hjálpa serkaffi at trívast í økinum. Vanliga hevur tað verið kaffiplantan av slagnum Bourbon, ið hevur verið ráðandi í økinum, harímillum grannalondum sum Rwanda og Burundi. Upprunliga kom Bourbon til sjóndar og varð fíggjað av altjóða felagsskapum undir kolonisatión tíðarskeiðið. Sjálvt um framstig eru gjørd, so hevur serkaffi bert fóta sær millum kaffiframleiðarar í DRC, har kaffiframleiðslan, í stóran mun, enn er Robusta og minni enn 25% av marknaðinum ætlað til serkaffi.
Vaskistøðir eru at finna í miðal innanfyri tveir kilometrar í økinum, har Société Maitea brúkar teirra støð við vatnið Lake Kivu. Kaffi, ið er útvegað av kaffibóndum í økinum, fer gjøgnum eina tilgongd og síðan flokkað.
í byrjanini verður kaffi virðismett og flokkað við at seta kaffifruktina á ein sterkan lørift dúk og síðan býtt sundur við hond, har óbúnar kaffifruktir ella hylki verða burturbeind. Síðan verður kaffifruktin lagt í reint og kalt vatn. Kaffi sum er vánaligt flýtur og gott kaffi søkkur niður í botnin. Alt kaffi, ið flýtur verður selt víðari til altjóðamarknaðin ella endurnýtt sum kompost. Aftaná hetta verður kaffifruktin morla og upployst, síðan turkað og fermenterað í 12 tímar yvirnátt í einum tanga. Til síðst verður kaffi vaskað og alt óynskt hylki loyst frá bønini. Fyri síðan at blíva góðskuflokkað einaferð afturat og so turkað. Tá hetta er liðugt, so er klárt at útflyta.
Við at framleiða framúrskarandi kaffi hevur Société Maitea eisini arbeitt við, at menna samfelagsviðurskiftini í nærumhvørvinum gjøgnum teirra nýliga stovnað Matiea Foundation. Teirra mál er fyrst og fremst, at betra um heilsuna, útbúgving, náttúruvarðveitan og eina skipan til avlamin børn. Sum í løtuni ikki er møguligt í økinum.
Heilsa: Stuðla konufólki í vandamiklum støðum og eisini metta hungrað børn gjøgnum “one meal for every child program”
Útbúgving: Økja um lestrar- og skriftarkunnleika hjá kvinnum, ið arbeiða við kaffi og eina skipan til avlamin børn.
náttúruvarðveitan: Betra um náttúruna og varðveitan í økjum gjøgnum teirra samlag við Goma skúlar.
Sjálvt um har er eingin náttúruvarðveitan ella umhvørvistreytaðar skráir í økinum, so hava Eba og Wally ætlanir um at broyta tað. Société Maitea byrjaði at útvega Arabica í 2019 og fyrstu stigini, at byggja eina vatnpumpu og góð kompoststýring er longu ávegis. Frá septembur 2019 hevur Maitea tikið lut í landbúnaðarundirvísing í skúlunum, við at hjálpa við útbúgvingunum til næsta ættarliðið. Lyftið hjá Eva og Wally um at berjast móti øll hesi stríðsmál, sum tey í løtuni eru uppi ímóti, fær okkum, av fullum huga, vera fyri teirra roynd at betra um samfelagið og hóttanin av veðurlagsbroytingar í økinum. Vit eru vís í, nú Société Maitea vekstur, at tey áhaldandi fara stuðla broytar til tað betra, og vit eru stolt av, at stuðla teirra ídni og avrik.

Additional information

Weight 238 g
Dimensions 275 × 165 × 30 cm

Reviews

There are no reviews yet.

Be the first to review “Kaffi úr DR Kongo – Societe Maitea Minova South Kivu – Vaskað og turkað á afrikonskum bergfløtum”

Your email address will not be published. Required fields are marked *




Partar av vøruúrvalinum

X