Out of Stock

Kaffi úr Colombia – La Plata, Huila – Vaskað og turkað á fløtum

(2 customer reviews)

DKK77,95 v/mvg

223gr (áleið 14 koppar ella 5,57kr pr kopp)

Tveir kaffipakkar fyri sama frakt prís sum ein kaffipakki

Leskiligt serkaffi úr Kolumbia. Hetta kaffi hevur ein hóman av sitrón, steinfrukt og karamel við einum lættum smakki.
Hetta kaffi verður brent spakula og liggur í einum miðal brenning – millum ljóst og myrkt kaffi.
Altíð brent innan 7 dagar og útflýggja til tín innan 2 dagar frá bílegging.

Garður: Fleiri smáir bóndir í Aprocoagrosh
Kaffiplanta: Caturra & Colombia
Tilgongd: Vaskað og turkað á hækkaðum parabilskapaðum fløtum
Hædd: 1.900m – 2.100m omanfyri sjóvarmálan
Eigarir: Fleiri smáir kaffibóndir; 15
Bygd: La Plata
Økið: Huila
Land: Kolumbia
Stødd: Fleiri garðar
Stødd á gørðunum: Allir í miðal 1-3 hektar

Vel Fjølbroyttahaldið og fá 8kr av hvønn pakkaTrýst her!

Out of stock

Category: Tags: ,

Description

Eyka upplýsingar:

Ímeðan Huila er náttúrliga signað og eitt sera gott stað at dyrka kaffi í, so er lykilin til gott kaffi arbeiði hjá sjálvum kaffibóndinum. Kaffigarðarnir í hesum umráðnum eru ómetaliga lítlir. Áleið 80% av kaffibóndunum frá hesum økinum røkja sín garð undir 3 hektar til kaffi. Hesir garðarnir verða røktir av einstaklingar familjur og sjálvdan arbeiðskraft uttanfyri. Hesar familjurnar eru sera ernar av teirra endaligu vøru og tað eru eldsálir, ið stýra alla gongdina og leggja stóran dent á góðskuna og skynsamar mannagongdir.

Tað var bert eitt ár síðan, tá limir frá einum størri felagsskapi, ið kaffibóndirnir veita stuðul til, lótu merki til, at teirra økið og áhugi fyri kaffi landbúnaðin gav teimum ein eyka fyrimun til at dyrka góðskuríkt kaffi.

Tá hugsað verður um sumt av góðu framtøkunum og “micro-lot” skilnaðin, ið undangongukeypssamtøkur kring Kolumbia kannaðu, har ein lítil bólkur av áleið 20 framleiðarum fóru á flog og komu fram um størri samstarvsfeløg í økinum, og til at stovna teirra egna felagsskap við navninum “Aprocoagrosh” fyrst í 2014.
Síðan mars 2015 hevur felagsskapurin voksið til áleið 30 kaffibóndar, ið er 50% vøkstur beint yvir 1 ár. Tað eru fleiri ábendingar, at Aprocoagrosh er ein felagsskapur, ið er “á veg upp”. Sjálvt um býurin La Plata, har flestu kaffibóndirnir búgva, liggur bert 1.000 metrar omanfyri sjóvarmálanum, sum er eitt heitt økið til kaffiplantuna, er teirra kaffigarðar upp í 1.900m hæddini og hægri, har tað er eitt kaldari veðurlag. Fyri at kunna koma til hesar garðar má ein ferðast beint upp, og koyra í ein tíma ella meir gjøgnum brøtt fjøll, sum liggja uttanum miðstaðarøkið í býnum.
Aprocoagrosh limir vistu, at við fyrimunum teir høvdu í hesum økinum, vóru tað størri møguleikar, sum teir ikki rukku við teirra tá verandi felagsskapi. Somuleiðis vóru teir ikki umboðari nóg væl og tí valdu teir, at stovna sín egna felagsskap og fóru beinleiðis í samband við ASORCAFE, staðsett í Inzá, Cauca. Aprocoagrosh vóru vælvitandi um, at hesin bólkurin var komin langt í serkaffi ídnaðin og at teir høvdu eina sterka umtalu fyri at verða rikið av sera strangum demokratiskum mannagongdum. Aprocoagrosh vistu at tey fóru at læra nógv um leiðslu, umsiting og at tryggja góðskuna í framleiðsluni frá teimum.
ASORCAFE hevur hjálpt Aprocoagrosh við at seta upp handil, og sett lunnar undir eina leiðslu og leiðreglur. Pergamino er ein av útflutningsfeløgunum, ið vit samstarva við, og tey eru sera nøgd við Aprocoagrosh og síggja stórar møguleikar í framtíðuni hjá teimum. Tey hava nýliga gjørt avtalu við Aprocoagrosh um at hjálpa teimum og verða vegleiðarar til at betra enn meira um góðskuna á kaffinum. Ein “koppari” (persónur, ið virðismetur kaffikoppar) kemur at arbeiða í La Plata, Huila við teimum í 3 mánaðir. Teir fara at læra um hvussu ein virðismetur kaffikoppar og í somutíð, seta upp eina royndarstovu og mannagongdir soleiðis, at teir kunnu fáa meira pengar fyri sítt kaffi. Pergamino hevur gjørt avtalu við teir, at allir kaffikoppar, ið koma yvir 80 stig ella hægri, keypa teir. Hesin fyrimunurin er sera góður og limirnir í Aprocoagrosh siga, at teir eru spentir um serkaffi ídnaðin og um betri prísir. Aprocoagrosh hava lovað, at bert rakstrarkostnaðurin er dekkaður frá kaffiprísinum, ið merkir, at hesin hægri prísurin fer beinleiðis til kaffibóndan. Fyri kaffibóndan í fjarlagda staðnum í Hulia, er hetta sera gott og tryggjar eisini eina bjarta framtíð til næsta ættarliðið. Hetta er vit eisini stolt av at stuðla.

Additional information

Weight 238 g
Dimensions 275 × 165 × 30 cm

2 reviews for Kaffi úr Colombia – La Plata, Huila – Vaskað og turkað á fløtum

  1. Thordis

    Fantastiska gott kaffi. Vil heilt klárt viðmæla tykkum hetta. Tað er dýrari, men tað er tað vert.
    Havi roynt mong sløg av kaffi og hetta er heilt sikkurt besta eg havi roynt.
    Tænastan er eisini super góð.

  2. Hans Poulsen (verified owner)

    Flott átak hjá Falkvard kaffi, at veita dygdar kaffi til føroyingar.
    Góðskan og tænastan eru sera góð og her verður eisini hugsað um kaffibóndurnar og økini, har dyrkað verður.
    Var sum heild vælnøgdur við tað eg keypti, men hevði tó ynskt, at vit fingu nøkur sløg, ið vóru ljósari brend, soleiðis at brendi rákin ikki tekur ræði á sarta anganum av sitrus, frugt, mandlum/nøtum osfr., ið eyðkennir serkaffi.

Add a review

Your email address will not be published. Required fields are marked *




Partar av vøruúrvalinum

X