Description
Upplýsingar um hetta kaffi
Okkara Jólabland er 100% specialty grade kaffi og er sera lekkurt.
Vit eru stolt av at stuðla Krabbameinsfelagnum hesi jólini við 5kr fyri hvørt keyp av okkara Jólabland, sum verður latið Krabbameinsfelagnum, so stóra takk fyri tykkara stuðul!
Tað eru yvir 300 krabbameinstilburðir í Føroyum árliga. Krabbameinsfelagið ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi. Tey upplýsa eisini um krabbameinssjúkur og fyribyrging.
Krabbameinsfelagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar hjá felagnum stava frá limagjaldi, testamentariskum gávum og gávum frá einstaklingum og feløgum.
Fyri hvønn pakka av Jólabland sum tú keypur, stuðlar tú teirra megnar arbeiði! Ikki bara tað, so fært tú hendur á sera lekkurt kaffi!
Hetta kaffi kemur frá somu økini og onkuntíð sama garði, sum tú finnur á úrvalinum. Hetta kaffi fer gjøgnum sama tilgongd og hvør kaffibøn verður hondtikin, men við einum undantaki. Hesar bønir eru bólkaðar og blandaðar til náa eina javna og høga góðsku í smakki, sum vit gjalda ein hægri prís fyri til hvønn garð
Um smakkin
Vit halda at okkara Jólabland Kaffi er ein nátúrlig og týðilig uppstigan, um tú drekkur vanligt kaffi.
Vit eru sera stolt av at hava eitt úrval av ymiskum kaffi sum fruktugt kaffi úr Colombia ella serligt kaffi úr Congo og alt í millum. Um tú leitar eftir einum kaffi sum tú kennist við, men fleiri ferðir betri, so er Rekmátt Kaffi eitt gott stað at byrja. Hetta kaffi hevur ein hóman av mjólka sjokulátu við einum mildum súrleika og lagnum eftirsmakki. Tað verður brent spakula og liggur í einari myrkari brenning. Hetta minnir um kaffi tú longur drekkur, men bara týðiliga betri og hægri góðska. Vit eru vís í, at tú fert at dáma hetta. Vit sanniliga gera.
Reviews
There are no reviews yet.