Handilstreytir
Útbering
Vit vilja veita so góða tænastu sum gjørligt og tí hava vit gjørt eina samstarvsavtalu við Posta um at taka sær av útberingini fyri Falkvard.
Veitingartíð er 0-2 yrkadagar fyri bíleggingar.
Umbýtingarrættur
Vøran kann umbýtast innan 4 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kanst tú gera við at senda pakkan aftur ella við at koma forbí í hjá okkum við vøruni. Sendur tú vøruna vilja vit heita á teg at boða okkum frá á teldupost falkvard@falkvard.com. Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag.
Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur á.
Reklamatión
Er feilur á vøruni verður tú biðin um at senda pakkan aftur ella koma forbí hjá okkum við vøruni. Sendur tú vøruna vilja vit heita á teg at boða okkum frá á teldupost falkvard@falkvard.com. Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag. Neyðugt er, at hjáleggja kvittan ella bíleggingarváttan
Fyrivarni verður tikið fyri feilum
Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.
Gjalding
Tá vøran skal gjaldast ber til at brúka hesi gjaldskort:
* Dankort
* Visa
* Visa Dankort
* MasterCard
* Visa Electron
Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre). Hetta sær ongin og er púra trygt. Næst trýstir tú á “Complete order”, og peningur verður tikin av tínari konto, og tú fært eina kvittan senda við teldupost.
Trygd
Fyri at kunna keypa á falkvard.com er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupost adressu, telefonnummar. Falkvard verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær.
Hetta verður so goymt, og næstuferð tú keypir á nethandlinum, sleppur tú undan at seta allar upplýsinganar inn av nýggjum, tað einasta tú skal minnast er teldupost og loyniorð.
*Um tú ynskir at strika teg sum brúkara ella ikki ynskir tíðinadabrøv frá okkum, sendur tú ein teldupost á falkvard@falkvard.com og vit strika tín brúkara.
Allar upplýsingar um gjaldskort verða fluttur um netið í bronglaðum líki, so vit síggja einki.
Cookies
Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookie”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.
Eru ivamál ella hevur tú trulleikar við at keypa á síðuni, set teg í samband við okkum á 533536 ella send ein teldupost til okkum á falkvard@falkvard.com